Tað er leygarkvøld

Arnfríð Lutzen

11.04.2017
Arni

Verse 1:
[D]Tað er [A7]leygarkvøld í [D]kvøld
har[A7]monikan spælir til [D]dans
[A7]komið øll, sum [D]eru [Bm]køld,
[E7]komið og fáið tykkum [A]kjans.

Niðurlag:
[F#]Tak um miðjuna á [Bm]henni
[A]sum tú valdi [C#]tær[F#m]
[B7]Kom og syngi og [E7]flenni
[D]kom og [A7]dansa við [D]mær.

Verse 2:
Hoyr so kátir tónar út
gjøgnum vindeygað sær smoyggja nú.
Hvussu kanst tú kenna sút?
Kom og trín í dansin, tú.

Verse 3:
Og tá myrkrið fjalir fold
tak tá gentuna í hondina.
Tá so døggin legst á mold
leiðast tit til strondina.

Verse 4:
Legg á varrar hennar koss
strúk so blítt og eymt um purlurnar
burt er alt, sum fyrr var knoss
og burt allar kurlurnar.

Verse 5:
Eydnulandið tykkar er
har í fjálgu skýming sera blítt
tað sum síðan hendi har
er í tínum huga frítt.  

Facebook

Tíðindabræv

Óvirkin

Geva / Donera

Um tú vilt hjálpa til við at gjalda fyri servara pláss ert tú vælkomin at gera tað. Alt ger mun :)