Einki er sum summarkvøld við strendur

Christian Matras

11.04.2017
Arni

Einki er sum summarkvøld við strendur
composer:Christian Matras

Verse 1:
E[C]inki er sum [Am]summarkvøld við [C]stren[G]dur.
H[F]vítar [Dm]lýsa [G]gjar- og flidna[F]ren[C]dur.
[C]Standa [F]menn á [Am]nesjum og á [G]ton[C]gum.
B[F]átur [Em]rør við [Am]áratøkum [G7]lon[C]gum.

Verse 2:
Veksur flóð og neyvan tú tað grunar.
Eiðasørt á nøkrum flúri runar.
Syftast fagrir fiskar fram við strendur,
meðan dagur leggur saman hendur.

Verse 3:
Hýkur dimmið mjúkt um hellulandið.
Kámast agnið, her eg sjálvur standi.
Áraknarr og syftan millum flesja.
Hómast valla land ímillum nesja.

Verse 4:
Fram við landi eftir taragrunni
hava blankar beitur støðugt runnið.
Sleiskast alt hjá monnunum á tanga.
Ein og ein teir heim til húsa ganga.    

Facebook

Tíðindabræv

Óvirkin

Geva / Donera

Um tú vilt hjálpa til við at gjalda fyri servara pláss ert tú vælkomin at gera tað. Alt ger mun :)