Mín varði

Elin Brimheim Heinesen

15.01.2020
Elin Brimheim Heinesen

Orð og lag: Elin Brimheim Heinesen

  |Am        |Am       |E7 |Am
Á eldstaðnum brakar og brennur.
     |Dm      |H7        |E4         |E7
Tíni eygu eru perlur, so blonk og so fín.
  |C         |G        |Am |E7
Eg elski teg so, tá tú flennir,
      |F         |E4 E7     |Am |E 
og tú blunkar og brosar til mín.
    |Am       |Am         |E7|Am 
Vit kenna hin bleiktrandi logan,
    |Dm          |H7       |E4       |E7
sum vermir okkum hjørtuni, fjálgt og milt.
   |C        |G         |Am|E7
Tú sært mína kvøl, mína tráan,
     |F          |E4 E7   |Am |E |Am |E
mína vón, sum er føgur og gylt.

Niðurlag:
   |Am    |G     |Dm |Am
Tú leiðir meg um skarðið
|C     |Fdim   |E4  |E7
oman á grønan teig,
   |Am        |C      |E4  |E7
tí tú ert ein tryggur varði,
   |Fdim  Dmaj7|E4   E7|Am |Am 
ið vísir mær fram á leið.

   |Am        |Am        |E7|Am
Tú spælir við fingrarnar varin
   |Dm        |H7      |E4     |E7
og fevnir mín nøtrandi kropp í nátt.
    |C          |G      |Am  |E7
Mín stúran, mín ótti er farin,
      |F        |E4  E7      |Am |E
og eg kenni, at alt er bert gott.
    |Am     |Am        |E7|Am 
Tín nærvera fær meg at gloyma,
   |Dm     |H7     |E4    |E7
tá sorandi einsemi hóttir meg,
    |C   |G           |Am |E7
men nú í nátt kann eg droyma,
     |F       |E4 E7   |Am |E |Am |E
bara vita, at eg elski teg. 

Niðurlag x 2

Facebook

Tíðindabræv

Óvirkin

Geva / Donera

Um tú vilt hjálpa til við at gjalda fyri servara pláss ert tú vælkomin at gera tað. Alt ger mun :)