Tinganes

Harkaliðið

11.06.2015
Slang

 A         E       A
Tinganes, eg hati teg,
A                   D         A
fyri alt, tú hevur gjørt við meg,
     D                          A
eg spilti tríggjar vikur summarfrí,
A                  E7        A
bert tí eg aftur dottin var útí.


Eg veit væl, at eg kendi til,
tá eg meg setti í mín bil,
men hví kom politiið akkurát,
teir síggjast sjáldan tó hjá bil og bát.

Til Mallorca farið kundi eg,
og ikki sitið her til spot og spe,
men munur er á einum bilsjaffør
og einum lækna ella direktør.
Tí, Tinganes, eg hati teg.

Nú siti eg á loftinum hjá tær.
Á, gævi Skansin aftur var,
tí eg undan sloppið hevði tá,
at síggja Esmar ganga til og frá.

Men, Tinganes, nú flenni eg!
Nú kanst tú ikki longur ræða meg,
í Fútagarðin hvør ein rimin fór,
landsstýrið teg nýtir nú til flór.
Tí, Tinganes, nú flenni eg.


Facebook

Tíðindabræv

Óvirkin

Geva / Donera

Um tú vilt hjálpa til við at gjalda fyri servara pláss ert tú vælkomin at gera tað. Alt ger mun :)