Atlantsbylgjan

Herman Jacobsen

11.04.2017
Arni

Atlantsbylgjan
Herman Jacobsen


[Bb]Fjart har Atlantsbylgjan dunar móti [Cm]stron[F7]d,
og har [Cm]brim og froyur [F]rýkur yvir [Bb]lond,
/:har ið vindur ýlur [Cm]millum [Cm7]tind og [F7]skarð,
[Cm]ja, har [F7]varð eg føddur, ja har heim mítt [Bb]var:/.

Har ið stormar sungu kvølt mær vøgguljóð,
og um summarkvøld eg hoyrdi aldusjóð.
/:Havið var mín lagna, og verðin var so stór,
regn og vindur leiktu, tá eg burtur fór:/.

Í tí stóru verð eg sá nógv vøkur lond,
men mær longdist, droymdi títt um heimastrond.
/:Dreymurin um bygd og dal og søtan gleim,
veðurbardar klettar dróg meg aftur heim:/.

Hoyr nú Atlantsbylgjan aftur leikar vond,
melur grót og máar klettar burt við strond.
/:Hoyr nú stormur kvøður, skalvur fjalir fold.
Ja, her vil eg liva, leggjast her í mold:/.

Bólkar

Teir 5 tilvildarligu


Facebook

Tíðindabræv

Óvirkin

Geva / Donera

Um tú vilt hjálpa til við at gjalda fyri servara pláss ert tú vælkomin at gera tað. Alt ger mun :)