Orð og lag: Dagfinn Olsen G-dur (Studioversión er í A-dur) Intro: G C Am D G C D 1. Á sólseturstrondum tveir skuggar á ferð G C D Roðin teim kýnir um túgvu og sker C D G D C Em7/B Eins eldur tey spæla mót royðreyðum ský Am D G Tálma at kjarna gert frí 2. Spælandi lív, mannalagna so ung Á foldum varð dult mongum forløg so tung Mær eintist á sandi ei eina kom heim Eydnan á gáttina trein Niðurlag: D G Sum sól, sum angandi summar C D G D/F# Títt bros kveikir mjúkt einglalag Em D Veingjaði látur tín vevur C D G Í loti ein farra av vón Millumspæl (sum intro) 3. Stigandi stetlandi fyrstu fet Frøddust og gleddust við hvørt eitt vet Í sólsetursglæmu tá sól fór í kav Mintust á kvøldið við hav 4. Í okra huga skal fjølbroytni liva Veikleiki sáðar í sinni ei iva Dygdirnar ymsar os untust í lut Lívsteppi vovið av Guð Niðurlag Solo (akkordir sum niðurlag) Niðurlag Sett akkordir til: Janus Kristiansson
Óvirkin
Um tú vilt hjálpa til við at gjalda fyri servara pláss ert tú vælkomin at gera tað. Alt ger mun :)