Villar víddir

Kári P

10.03.2015
Ókendur

         G      D      G         C     D      G
Leið meg út á villar víddir har lívið leika skal
D        G          C      D         G
frælsi fær eitt innihald og vónin gerst eitt val
G       D      G        C    D       G
ja heilt út har vindar venda og orka broytir skap
G         D      G               C        D       G
Einstein møtir Marx og Freud og Rolling Stones aftrat
D               G                 D             G
har blandar tú títt blómubryggj uttan timburmenn og fólkaskomm
D           G               A            D
tí avdottin er bakkus brátt av kánabrúdleypsromm
G                         C         D    G
kom við út á villar víddir uttan haft ella tíðartonn



Sigl meg út har sjógvar slættast av skynseminnar vernd

hvør ein misgerð rættast í somu løtu hon er nevnd

vilt tú syngja millum vinir mást tú ganga út úr takt

tí tín leiðari gerst linur tá tín samvitska fær makt

eygu møtast undrandi tú bert meg burtur blundandi

øsast upp heilt óttaleyst í nirvana out of time

blaka meg so har bylgjur brótast oman bakka út um heim



Eg vil síggja syndir slaktast og teg sveima upp av ný

tí har insta vónin aktast hon vekur vápnagný

eg vil daga duldar dreymar og loysa lygnarhaft

vita nær ja er ja og nei er nei tá ivin heldur kjaft

og lívið er eitt puslispæl sum aldri liggur sum tað skal

sum eitt sprell í kosmos tú og eg á Edensgarðarveg

vælkomin út á villar víddir her skal ongin spara seg 

Facebook

Tíðindabræv

Óvirkin

Geva / Donera

Um tú vilt hjálpa til við at gjalda fyri servara pláss ert tú vælkomin at gera tað. Alt ger mun :)