Langtan í útlegd

Poul F. Joensen

11.04.2017
Arni

Langtan í útlegd
Poul F. Joensen 

Bart av [G]brimi, fjart í [C]villum Atlants[G]havi,
vetrarstormar ýla, [A]strongir streyma [D]strítt,
kyst av [G]sól á sumri, [C]grønt frá fjall til [G]fjøru,
liggja [G]Føroyar, [Em]fríða [A]føði[D]landið [G]mítt.
Har í [Em]faðirs garði [B]var í heim eg [Em]borin,
aldist [A]upp við móðurs eyma, fjálga [D]barm,
eins og [G]fuglaungi [C]vermdur undir [G]vongi,
kendi [G]onga [Em]neyð og [A]ikki [D]stríð og [G]harm.

Har sum óviti eg eydnusælur leikti,
bjargafugl at fleyga og at reka seyð
gera borðbátar og spæla út at rógva,
kendi ikki heimsins harða leik um eyð.
Eg sum unglingur slapp við í øllum førum
til at royna meg í vaksna manna gerð,
vargaseyð og grind og bjargafugl at veiða,
hoygging, torvskurð, útróður og skipaferð.

Ástarbond við undurfagra moy eg festi,
prúð sum Brynhild Buðladóttir, bjørt og blíð,
hon var mín og mær hin fagrasta í heimi,
enn mítt dreymafljóð, sum fyrr í fornu tíð.
Sjálvt um kavaódn og sjórok stóð um landið,
brimið mól í møl – heilt upp í berg og vøll,
boðasløg sum toruljóð og grunnbrot goystu,
dundu kappakvæði hátt í dansihøll.

Summarkvøld í dýrdarlogn fór sól til viða,
sólfevnt Føroyaland í gyltum havi vóð,
sólarroðin vaks til hon í bálaloga
søkk í vesturhavið droyrreyð sum ein glóð.
Ungur fór eg út at royna mátt og megi,
mong ár runnu og eg royndist millum menn;
aldri tó eg Føroyar, heim og mál mítt gloymdi
– dreymaland mítt kæra var og er tað enn.

Nú skal stevnast heim til ætt og fornar vinir,
festa aftur fót á gomlu Føroyajørð,
hoyra kvæðir ljóða, miklar boðar bróta,
hoyra fuglagleim í sól um Beinisvørð.
Eg vil ofra Føroyum síðsta mátt og megi,
mál og mentan menna til eg skal í mold,
her sum rótin rann við barm tín vil eg hvíla,
Føroyar, føðilandi, fagrasta á fold.

Facebook

Tíðindabræv

Óvirkin

Geva / Donera

Um tú vilt hjálpa til við at gjalda fyri servara pláss ert tú vælkomin at gera tað. Alt ger mun :)