Annan sang

Tinganest

10.03.2015
Ókendur

 D                G             D
Her standi eg í Havnargøtum og lýði á,
A7        D              A7          D
meðan hinumegin vegin stendur kinnareyð og fegin,
A7    D
hon og sigur frá
D             G                 D
um hin stóra dagin, tá ið hon friðin fann,
A7             D
og eg hugsi við mær sjálvum,
A7           D
at tann friðin sum eg átti
A7      D
tók hon við sær tá.

A                       D
Fyrr sang hon sagir um kerligheit
A            D
-um erotikk og yvirhøvur.
A                       D
Nú syngur hon um ta stóru herligheit,
Em          A          D
sum hon fann millum systrar og brøður.

Hennara mjúka rødd ein kaldan vetrardag,
vekir minni, sum eg royni
krógva burtur, men eg gloymi
bæði tíð og stað.
Hómi annan sang og onnur eygnabrá,
og eg hugsi við mær sjálvum, at eg havi verið hálvur
líka síðan tá.

Fyrr sang hon ...

Facebook

Tíðindabræv

Óvirkin

Geva / Donera

Um tú vilt hjálpa til við at gjalda fyri servara pláss ert tú vælkomin at gera tað. Alt ger mun :)