Á trappuni hjá Lenu

Vágaverk

10.03.2015
Ókendur

D	    G                D
Tá poppurin úr Liverpool tók land á fyrsta sinni
D	               A
sótu vit á trappuni hjá Lenu meir og minni
D		          G	          D
ímillum belj og hundagoyggj vit hoyrdu nýggja ljóðið
G	           D	        A	        D
sum harafturat varð álað sundur av transistorskróvi

G		        D
Eg minnist gamla Ferdinand so kvikliga sær vendi
G		D	       A
Og segði heilt alvorliga at nú bleiv verðsins endi
D		         G	    D
Hvat so... vit taka kjansin - immigrera tú til Pluto
G	    D	     A	        D
Vit høvdu bara Dandy, David Crockettbløð og Ludo

So upp á barrikadurnar nú skuldið slagið standa
Við hetjunum í baksýni vit tordu allan vanda
Og fíggjindin var ein og hvør við borgarligum stætti
Og allir teir í gummiskóm og allir teir í hatti

Tann svári sálarklovningur í hesi nýggju trúnni
Ímillum Sergeant Pepper og so tað at geva kúnni
Hvør kann væl konsentrera seg um bæði tað at skapa
Og Óla Hans við trillubøru fullari av skræpu

Ja... 67 var herviligt hjá okkum bygdasviskum
Tá roykurin frá pípunum hekk yvir San Francisco
Tað kendist nokkso undarligt tað mugu vit væl siga
At vera til ein happening í neystinum hjá Dia

Vit royktu mangar feitar undir trappuni hjá Leivi
Tá lotið lá tann rætta vegin gekk hann sjálvur skeivur
Og onkuntíð til stuttleika vit læntu bakaríið
Ja, taðvaguð var bakarin so óður at hann spýði

So komu vit til 80’ini - tey undarligu tvøru
Øll gomul ideal vóru rullaði í tjøru
Jens Petur helt at her var ikki meir at vera eftir
Stakk høvdi inn í mikroovnin - stokti tað í pettir

Eg sitið her í køkini og havi hug at skríggja
Tí onkur her í grannalagnum spælir hetta nýggja
Eg starið gjøgnum vindeyga í maktaleysum sinni
Tey sita jú enn á trappuni hjá Lenu meir og minni

Facebook

Tíðindabræv

Óvirkin

Geva / Donera

Um tú vilt hjálpa til við at gjalda fyri servara pláss ert tú vælkomin at gera tað. Alt ger mun :)